,

Forkunnug fótbóltsvitjan bráðsteðgaði borgarakríggi

Skrivað

Jóan Pauli Jacobsen

Dagfesting

Fyrst í 1960-árunum vann Santos Futebol Clube, sum m.a. var mannað við Pele, Pepe og Coutinho, fimm brasilsk meistaraheiti á rað, Copa Libertadores tvær ferðir umframt tvey Intercontinental steyp ímóti stórfeløgunum Benfica og AC Milan í glæstriskeiðnum.

Eftir 1966 kom niðurgongdin. Við heimsins besta leikara, Pelé, sum høvuðsatdrátti, byrjaði Santos at taka seg úr Libertadores fyri í staðin at fara fótbóltsferðir. Í 1966 var liðið í USA, í 1967 vitjaði liðið í Afrika, Italia og Vesturtýsklandi og í 1968 í Argentina, har liðið spældi ímóti eitt nú Benfica, River Plate og Nacional úr Uruguay á La Bombonera. Santos gjørdi nærum alt fyri at fáa pening burtur úr stjørnuleikarunum og brasilska stjórnin hevði stuðlað tilgongdini, tá Pelé varð lýstur tjóðardýrgripur at vera í 1961 og tískil ikki kundi seljast til útlendsk feløg.

Í januar mánaða 1969 vendi Santos aftur kósina móti Afrika, hóast meginlandið var órógvað av blóðigum ófriði, tí tvey ár frammanundan var eitt blóðugt borgarakríggj brostið á innanhýsis í Nigeria, har Igbo fólkaslagið í Biafra ynskti loysing frá Hausa-Fulani fólkaslagnum, sum stjórnaði landinum.

Seinastu tvey árini høvdu okkurt um 2 milliónir latið lív og okkurt um 4,5 milliónir vórðu rikin frá húsi og heimi, áðrenn Biafra yvirgav seg og aftur varð innlimað í Nigeria.

Mitt undir krígnum lendi Santos í Lagos fyri at spæla dyst tann 26. januar. Santos spældi ímóti Nigeria og dysturin endaði 2-2, har Pelé skoraði bæði málini og fekk standandi lógvabrestir frá áskoðarunum.

Týsdagin 4. februar 1969 skuldi Santos spæla ímóti nigerianskum úrvalsliðið úr Miðvesturøkinum. Dysturin skuldi spælast í býnum Benin tætt við krígsherjaði landøkið. Dysturin var annars ikki partur av skránni og Santos ynskti bert at spæla, um teir fingu fullvísa vissu fyri vápnahvíld.

Beinanvegin bráðsteðgaði kríggið og vápnahvíld varð fingin í lag, sum vardi 48 tímar. Hernaðarleiðarin í økinum, Samuel Ogbemudia, lýsti ein frídag og lat brúnna upp, sum bant Benin og Biafra saman, so báðir partar kundu síggja Santos vinna 2-1 á nigerianska úrvalsliðnum framman fyri 25.000 áskoðarum. Málini hjá Santos skoraðu Edu og Toninho Guerreiro.

Liðuppstillingin hjá Santos (4-2-4): Gylmar (avloystur av Laércio); Turcão, Ramos Delgado, Joel Camargo og Rildo (Oberdan); Lima og Negreiros (Marçal); Manoel Maria, Toninho (Douglas), Pelé (Amauri) og Edu (Abel).

Flogfarið hevði nóg illa lætt sær á, tá kríggið aftur brast á. Santos hevði megnað tað, sum sendiharrar høvdu stríðst við í 2 ár – nevniliga at steðga einum kríggi – tó talan bert var um stutta stund.

Sama summarið, 14. juli 1969, brast Fótbóltskríggið á millum Honduras og El Salvador eftir ein fótbóltsdyst, men bæði Jólavápnahvíldin 25. desember 1915 og fótbóltsferðin hjá Santos eru dømi um tað øvugta.