Hóskvøldið klokkan 19.45 spælir føroyska A-landsliðið triðja dystin í hesari Nations League kappingini. Talan verður um heimadyst á Tórsvølli móti Armenia, ið hevur eina lítla favorittstøðu undan dystinum. FM1 byrjar at senda frá klokkan 18.30, har Petur Asbjørn Lervig reikar fyri einum fótbóltspaneli o.ø. upptaktstilfari. Klokkan 19.35 verður sett til frásøgumannin, Trygva Absalonsen, ið saman við viðmerkjaranum, Eli Simonsen fer at siga beinleiðis frá dystinum. Aftaná dystin verður samanumtøka og samrøður við leikarar og venjara.
