,

U21: Føroyar-Portugal beinleiðis á FM1

Skrivað

Heri Simonsen

Dagfesting

Fríggjadagin klokkan 16 byrjar U21 EM-undankappingardysturin millum Føroyar og Portugal á vøllinum við Djúpumýru Í Klaksvík.

Regin Sivertsen sigur beinleiðis frá dystinum. Viðmerkjari verður Kristoffur Jakobsen hjá KÍ, ið árini millum 2007 og 2010 spældi 16 U21-landsdystir og skoraði tvey mál.

Sendingin byrjar klokkan 15.30.