Fótbóltskríggið, sum eisini er kent sum Hundraðtímakríggið, var eitt hernaðarligt stríð millum El Salvador og Honduras í 1969. Verandi spenningar millum londini fullu saman við ófriði undir undankappingini til HM 1970. Kríggið brast á tann 14. juli 1969, tá salvadoranski herurin byrjaði eitt álop ímóti Honduras, sum varð væl stuðlað av Nicaragua. The Organization of American States (OAS) fekk eina vápnahvíld í lag tann 18. juli (tískil nevnt Hundraðtímakríggið), sum kom í gildi tann 20. juli. Samstundis fylgdi heimurin algoystur við, meðan amerikumenn ferðaðust upp á mánan. Salvadoranskar herdeildir vórðu tiknar aftur fyrst í august.
Hóast stríðið verður kallað “Fótbóltskríggið”, so hevði stríðið uppruna í einari jarðarlógarbroyting í Honduras øðrumegin, og hinumegin alt ov stórt trýst av innflyting og fólkatalsfrøðiligum trupulleikum í minsta landinum í Miðamerika, El Salvador. Honduras hevur meira enn fimm ferðir størri landafrøðiligt øki enn grannin El Salvador, men í 1969 var fólkatalið í El Salvador (3,7 milliónir) 40% hægri enn í Honduras (2,6 milliónir). Í byrjanini av 20. øld, flutti salvadoranarar í stórum tali til Honduras. Í 1969 búðu fleiri enn 300.000 salvadoranarar í Honduras og taldu meira enn 10% av íbúgvunum har.
Sum í stórum parti av Miðamerika áttu góðseigarar størsta partin av landinum saman við stórum samtøkum. United Fruit Company átti 10% og tí kundi vanligi bóndin ikki kappast. Í 1966 legði United Fruit Company saman við fleiri aðrar stórar samtøkur og tey stovnaðu FENAGH, sum skuldi verja ríku góðseigararnir og vísti illvilja ímóti smáu bóndunum umframt salvadoranarunum. Samtakið legði stórt trýst á honduranska forsetan, general Oswaldo López Arellano.
Í 1962 samtykti Honduras nýggju jarðarlógarbroytingina. Lógin kom í gildi frá 1967 og hon gav ríkisstjórnini rættin til jørðina, sum salvadoranarar nú umsótu á ólógligan hátt og hon kundi útluta jørðina aftur til innføddar-honduranarar sambært lógarásetingini. Jørðin varð tikin frá bæði innfluttum bóndum og niðursetumonnum óansæð, um teir kundu vísa á ognarskap ella hvør innflytingarstøða teirra var. Tað skapti sjálvandi stórar trupulleikar fyri salvadoranarar og hunduranarar, sum vóru í hjúnalagi. Salvadoranarar í túsundatali vórðu riknir út úr Honduras, herímillum bæði gestaarbeiðarar og langtíðar niðursetumenn. Øktu spenningarnir førdu at enda til eitt hernaðarligt stríðsmál.
Fyrsta bylgjan av burturvísing var tann 2. juni, tá 500 salvadoranskar familjur vórðu noydd at flyta frá Honduras til hinumegin markið. Í juni 1969 skuldu Honduras og El Salvador møtast umvegis tveir dystir fyri at avgera aðru hálvfinaluna í undankappingini til HM 1970 í Mexico.
Undan fyrsta dystinum komu fleiri flogseðlar undan kavi í Honduras, har tað stóð: “Guanaco (eitt keðiligt eyknevni fyri persónar frá El Salvador): Um tú heldur teg vera ein hampamann, ver so mikið fólkaligur at fara úr Honduras. Um tú ert, sum meirilutin, ein tjóvur, ein drankari, ein ónæriligur maður, ein brotsmaður ella ein búrkroppur, so rým úr Honduras. Far avstað ella rokna við revsing.”
Fyrsti dysturin varð spældur seks dagar seinni í honduranska høvuðsstaðnum, Tegucigalpa, har heimaliðið vann 1-0. Áskoðararnir brustu saman í gøtunum áðrenn, undir og eftir dystin líka sum teir gjørdu eftir, at El Salvador vann 3-0 í næsta dystinum, eina viku seinni í salvadoranska høvuðsstaðnum, San Salvador, har harðskapurin harðnaði.

Av tí, at bæði liðini høvdu vunnið hvør sín dyst, so skuldi triði frásáldingardysturin spælast í Mexico City tann 27. juni 1969. Tað var triði dysturin landanna millum upp á eins nógvar vikur; rætturin til at luttaka í HM 1970 í Mexico var í váða, ein kapping har hvørki av londunum nakrantíð hevði kappast í áður. Tað regnaði illa í Mexico City tað kvøldið, tá landsliðini hjá Honduras og El Salvador spældu um møguleikan fyri at gerast fyrsta miðamerikanska landið til at luttaka í einum HM-endaspæli, men ein annar, nógv harðari dystur varð leiktur handan politisku leiktjøldini.
Fyrri hálvleikur á Estadio Azteca varð spældur í sátt og og semju; ongi tjóðskaparlig tekin vórðu víst ella fíggindskapur av nøkrum slagi, sum høvdu herjað undan dystinum og sum veruliga kyknaði komandi dagarnar.
El Salvador spældi í kongabláum pyntað við hvítum, meðan Honduras hevði hvítar blusur pyntaðar við kongabláum, sum eisini eru felagslitirnir í tjóðarfløggum teirra. Londini hava sama mál, sama átrúnað og líknandi mentan – tískil var tað sera torført at skilja, hvat síðani hendi góðar 14 dagar seinni.
Juan Ramón (Mon) Martínez legði El Salvador á odda 1-0 og Honduras tóktist at vera óskipað. Honduras hevði onga álopsketu sum kundi javnmetast við leikarar sum Martínez, Mario Monge og Mauricio (Pipo) Rodríguez, sum kundu skora allastaðni frá. Honduras átti bara ein tílíkan spælara. Teir høvdu nevniliga sent boð eftir José Enrique Cardona, sum spældi við spanska Atlético de Madrid, bara tvær vikur frammanundan. Cardona varð eyknevndur la Coneja (kaninin) og hann vísti undir dystinum, hví hann spældi í Europa.
Ellivu minittir eftir, at Martínez skoraði, tveitti hin 1,65 metrar høgi Cardona seg upp í loft í brotsteiginum hjá El Salvador og saksasparkaði bóltin í málið. Málverjin Gualberto Fernández stóð sum kánus og nú var støðan 1-1.

Í 28. minutti hevði Mon Martínez bara ein verjuleikara millum seg og málið. Hann driblaði fram við verjuleikaranum og rann fram við einum øðrum, áðrenn hann stóð ein ímóti einum við Varela. Við høgra fótinum smekkaði Martínez bóltin í málið til 2-1 til El Salvador.
Tíðliga í seinna hálvleiki varð ein long sending av honduranska miðvallarleikaranum Donaldo Rosales feildømd og síðani illa handfarin av salvadoranska málverjanum, Fernández. Rigoberto Gómez takkaði fyri gávuna og sendi bóltin í tóma málið til 2-2.
Fimm minutti seinni sendi el Salvador ein annan málmann inn á vøllin, Jorge Suárez, og tað oysregnaði framvegis.
Dysturin gjørdist alsamt meira kropsligur, men mexikanski dómarin, Abel Aguilar Elizalde, gav onki kort í øllum dystinum. Í 75. minutti var Cardona kortini liggjandi eftir eina harða takkling og mátti skiftast út.
Honduransku leikararnir trýstu frameftir uttan stjørnuleikaran. Suárez toygdi hvørja spong, tá hann stórbjargaði í 81. minutti, sum hevði koppað dystinum. Í 88. minutti boksaði hann eitt fríspark upp um yvirliggjaran. Ongin avgerð fall í vanligu leiktíðini.
Tá fýra minuttir vóru eftir av fyrra hálvleiki í longdu leiktíðini, vann José Antonio Quintanilla bóltin í miðsirklinum og sparkaði hann høgt og langt frameftir. Viðleikarin Roberto Rivas lobbaði bóltin aftur til Elmer Acevedo, sum legði bóltin fram móti brotsteiginum.
Síðsti honduranski verjuleikarin sá ikki Pipo Rodríguez aftan fyri seg og hann spurtaði móti málinum. Verjuleikarin lat bóltin fara fram við andlitinum, tí hann roknaði við, at málmaðurin tók bóltin. Men har kom Pipo skreiðandi og við tánni á høgra fóti fekk hann fatur á bóltinum beint áðrenn Jaime Varela og beindi bóltin í netið til 3-2.
El Salvador endaði við at vinna 3-2. Leikararnir hálsfevndust, góvu lógvatak og fóru av vøllinum. Í oktober vann El Salvador seg til HM 1970 umvegis tríggjar frásáldingardystir ímóti Haiti.
Minni enn tríggjar viku seinni vóru londini í kríggi, tí sama dagin frásegði El Salvador sær øll diplomatisk sambond við Honduras og staðfesti, at í teir 10 dagarnir síðani dystin í El Salvador, vórðu 11.700 salvadoranarar noyddir at flýggja úr Honduras. Sagt varð, at Honduras hevði “onki gjørt fyri at steðga hópdrápum, kúgan, neyðtøku, stuldri og hópburturvísingini av salvadoranarum”, og tískil var ongin grund til at varðveita sambandið. Harafturat varð borið fram, at “ríkisstjórnin í Honduras hevur ikki tikið nøkur munagóð stig til at revsa brotsverkunum, sum framdu fólkadráp, og heldur ikki hevur hon tryggjað endurgjald ella skaðabót fyri løstirnar, sum salvadoranararnir høvdu verið fyri”.
Í døgunum eftir øktist marknastríðið. Tann 14. juli gav El Salvador herdeildum sínum boð um at gera innrás í Honduras og sendi stríðsflogfør at bumba landið.
Tá the Organization of American States megnaði at fáa vápnahvíld í lag tann 18. juli, varð roknað við, at 3.000 fólk høvdu latið lív – størsti parturin vóru vanlig honduransk fólk. Nógv fleiri vórðu rikin frá húsum og heimi undir krígnum. Orsakað av altjóða trýsti tók El Salvador herdeildirnar aftur úr Honduras í august.
Og sorgarleikurin endaði ikki har. Handilin steðgaði millum londini í áratíggju og landamarkið varð stongt. Marknastríðið helt á fram til 1992. Diplomatiska sambandið varð endiliga uppafturtikið sama ár, nærum eina fjórðingsøld eftir, at kríggið “endaði.” Liðini spældu ongar landsdystir sínámillum árini 1970-1980.