,

Frá Klopp til Slop

Skrivað

FM1

Dagfesting

Everton sløkti meistaraskapsdreymin fyri Liverpool, tá Liverpool mátti lúta fyri teimum bláu á Merseyside, sum vunnu 2-0.

Í vikuskiftinum bleiv tað ein skuffandi 2-2 javnleikur úti móti West Ham, sum merkir, at Liverpool liggur á einum 3. plássi. Champions League plássið er tó tryggja, og so spurningurin, um hetta er eitt nøktandi kappingarár, tá alt kemur til alt.

Nógv spennandi hendir tó uttanfyri vøllin hesar seinastu dagar, og nú tykist vera greitt, at tað verður Feyenoord-venjarin, Arne Slot, ið tekur yvir Klopp sum nýggjur høvuðsvenjari í Liverpool FC. Vit fara at tosa nógv um Slot, og um hvat hansara leiklutur verður í felagnum í mun til Klopp.

Fyrrverandi føroyski landsliðsspælarin Súni Olsen spældi saman við komandi Liverpool-venjaranum, Arne Slot, í niðurlendska felagnum FC Zwolle frá 2000-2002, har Arne Slot var ein av spælarunum, sum Súni Olsen kom at hava tættast tilknýti til í tíðini í Niðurlondum.

Vit ringja til Súna Olsen fyri at frætta eitt sindur nærri, hvør Arne Slot er.

Gestir hesa ferð eru Bjørn Djurhuus og Janus Úr Dímun.

Tit eru vælkomin við viðmerkingum ella spurningum á telefon 559999.

Liverpool Føroyar-sendingin á FM1 hvønn týsdag klokkan 16.