
Undan dagsins dystum í millumbólki 1 í EM-endaspælinum í hondbóltti hjá kvinnum vóru Frakland og Ungarn longu komin í hálvfinalurnar.
Júst hesi bæði londini møttust í dag at avgera, hvør vann bólki. Frakland legði seg fram um beinanvegin við nøkrum mál, og restina av fyrra hálvleiki brúkti Ungarn til at berja seg inn í dystin aftur, og tað eydnaðist eisini, tí í hálvleikinum var 13-13.
Aftur í seinna hálvleiki dróg Frakland nøkur mál frá beinanvegin, og hesaferð hildu tær fast og vunnu dystin 30-27.
Harvið vann Frakland bólkin og skal í hálvfinaluni spæla móti nummar tvey í millumbólki 2, sum verður eitt av Danmark ella Niðurlondum. Júst tey bæði londini spæla móti hvør øðrum mikudagin. Ungarn skal í hálvfinaluni spæla móti Noregi, sum vann millumbólk 2.
Dagsins úrslit í millumbólki 1:
Svøríki – Montenegro 25-24 (14-14)
Ungarn – Frakland 27-30 (13-13)
Rumenia – Pólland 24-29 (11-10)
EM 24- Endalig stigatalva millumbólkur 1
Dystir | Vunnið | Javnleikur | Tapt | Mál | Stig | ||
1 | Frakland | 5 | 5 | 0 | 0 | 157 – 124 | 10 |
2 | Ungarn | 5 | 4 | 0 | 1 | 153 – 125 | 8 |
3 | Svøríki | 5 | 2 | 0 | 3 | 133 – 137 | 4 |
4 | Montenegro | 5 | 2 | 0 | 3 | 124 – 135 | 4 |
5 | Rumenia | 5 | 1 | 0 | 4 | 128 – 146 | 2 |
6 | Pólland | 5 | 1 | 0 | 4 | 125 – 153 | 2 |
