,

Frávaldur, deyðanum nær og nú heimsins besti verjuleikari

Skrivað

Jóan Pauli Jacobsen

Dagfesting

Fyri Liverpool Football Club er Virgil van Dijk stinnur sum drangur í sjóvarilsku. Fótbóltsstórmenni sum Tommy Smith, Phil Thompson, Mark Lawrenson og Sami Hyypia hava spælt í blusuni við 4-talinum á rygginum, men dýrasta keypið hjá Liverpool hevur sanniliga livað upp til krøvini, síðani hann flutti frá Southampton til Liverpool fyri £75 milliónir í januar 2018. Nú er hann Champions League vinnari, kosin besti leikari av øðrum Premier League yrkisleikarum og er eitt frálíkt boð til at verða kosin heimsins besti verjuleikari.

Í dag er hann forsangari í frálíka tungmálmsbólkinum hjá Jurgen Klopp. Hann stýrir, leiðir, byrjar og fyriskipar kensluborna tónalagnum. So løgið tað ljóðar, so stríddist hann í búningartíðini serliga fyri viðurkenning; antin vrakaður, ikki sæddur ella misskiltur.

Sum 5-ára gamal fór hann uppí WDS’19, sum er heimahoyrandi í býarpartinum Haagse Beemden í Breda og tí skuldi tað verið nátúrligt, at van Dijk seinni skifti til NAC Breda, sum vanliga spælir í bestu hollendsku deildini. Hóast hann royndarvandi í NAC Breda sum 9-ára gamal, so skifti hann til arvafíggindan, Willem II, tí teir spældu álopssinnaðan fótbólt undir Co Adriaanse.

Tíðliga vísti hann góðan bóltførleika, var sterkur í luftspælinum og dugdi at velja røttu avleveringina, men hann var eisini líkasælur og tók sær av løttum.

12-ára gamal upplivdi Virgil, at pápin, Ron, fór frá mammuni, og tí vil hann bara hava fornavnið á spælarablusuna.

Í 10 ár royndi van Dijk seg hjá Willem II, men hann var ongantíð nærindis fyrstaliðnum, tí hann var plágaður av knæskaðum, lærkrikuskaðum og stórum mistøkum, tá hann knappliga ”frysti” á vøllinum. Óður og ørkymlaður valdi hann at flyta til Groningen summarið 2010. Framvegis er tað tó ongin, sum tekur ábyrgdina av frávalinum av van Dijk hjá Willem II.

NAC Breda hevði hatta tíðarskeiðið lætt við at yvirsíggja evnaríkar leikarar. Teirra millum var ein ungur áleypari, Ruud van Nistelrooy, hjá Den Bosch og ein evnaríkur málskjútti, Klaas-Jan Huntelaar, frá AGOVV. Virgil van Dijk hevur tó framvegis sterkar kenslur fyri NAC Breda.

Í mai 2011 valdi Groningen at tveita van Dijk fyri leyvurnar. Groningen hevði tapt 5-1 fyri Den Haag í fyrra dystinum í undankappingini til Europa League. Nýinnkallaði leikarin vísti kortini sínar dygdir, tá hann skoraði tvey mál í 5-1 sigrinum. Hóast Groningen tapti upp á brotsspørk, so hevði van Dijk veruliga gjørt vart við seg. Komandi tvey kappingarárini løgdu fleiri merki til hansara kropsligu útstráling, styrki í nærdystum, hóttan í hornaspørkum og djørvu driblingar fram í økið hjá mótstøðuliðnum.

Saman við við uruguayanska áleyparanum og fyrrverandi Liverpool leikaranum, Luis Suárez, og serbiska miðvallaleikaranum, Dusan Tadic, verður Virgil van Dijk mettur sum besta keypið hjá Groningen í søgu felagsins.

Men tíðliga mátti tann ungi Virgil van Dijk ásanna, at lívið ikki bara er ein dansur á rósum. Eftir 1-0 sigurin á útivølli ímóti Excelsior tann 25. mars 2012 kendi Virgil van Dijk seg sera illa. Hildið varð, at hann hevði krímsjúku. Á sjúkrahúsinum funnu tey onki, men pínan bara vaks. Tá tók mamman eina avgerð um at fara á eitt annað sjúkrahús. Har funnu tey fram til, at van Dijk hevði blindgarnarbruna, búkhinnubruna og nýrabruna.

Við ringari pínu liggur tann langi maðurin á sjúkrahússongini. Hann fær ikki flutt seg, men hann sær slangurnar, sum eru festar í kroppin. Tann 20-ára gamli Virgil van Dijk óttast fyri, at hann skal doyggja. Við songina situr mamman Hellen. Hon heldur saman hendur. Saman biðja tey til Guð. Tey biðja um, at hann skal yvirliva skurðviðgerina og at hann skal gerast frískur aftur. Tey tosa um, hvat tað í versta føri kann enda við, um hann ikki raknar viðaftur. So skrivar hann undir arvabrævið og alt myrknar fyri honum. Nú dansar hann við deyðanum.

Men Virgil van Dijk yvirlivdi og fýra mánaðir seinni var hann aftur á vøllinum. Hóast van Dijk áhaldandi gjørdi vart við seg hjá Groningen, so bitu innkeypsstjórarnir hjá trimum av teimum týdningarmiklastu feløgunum í Hollandi – Ajax, Feyenoord og PSV – ikki á. Ajax valdi ein annan ungan verjuleikara, Mike van der Hoorn frá Utrecht, meðan PSV fór eftir Jeffrey Bruma hjá Hamburg. Hildið varð, at van Dijk bara var ein viðfáningur, altíð gjørdi eitt dýrt mistak og vantaði viljan til at hugbinda seg. Ístaðin skifti van Dijk til Celtic, sum gjørdi kvettið, tá teir fingu hann fyri £2,6 milliónir.

Hollendski U21 landsliðsvenjarin, Cor Pot, valdi bara tríggjar ferðir van Dijk og tók hann ikki við til EM kappingina 2013 í Ísrael. Heldur ikki var hann partur av hópinum hjá Louis van Gaal til HM kappingina í 2014, sum heldur vildi hava Ron Vlaar, Stefan De Vrij, Bruno Martins Indi, Joel Veltman og Terence Kongolo. Louis van Gaal helt, at mótstøðumenn sluppu at renna í blindvinkulin og so dugdi van Dijk illa forvirkið verjuspæl (loysa vandamiklar verjustøður, áðrenn tær henda).

Navnið Koeman hevur altíð spælt ein týðandi leiklut fyri Virgil van Dijk. Martin Koeman, pápi til fyrrverandi hollendsku landsliðsleikararnir, Erwin og Ronald, var partur av eygleiðingarbólkinum hjá Groningen, meðan Ronald keypti van Dijk til Southampton fyri £13 milliónir í 2015 og Ronald gav eisini liðskiparabandið til Virgil van Dijk, tá Ronald tók við sum hollendskur landsliðsvenjari várið 2018.

Árini í Southampton góvu honum leiðaraevni, Klopp hevur undirvíst honum í forvirknum verjuspæli, men ongin ivi er um, at Virgil van Dijk hevur havt eina sera fløkjasliga leið upp á fótbóltstindin.