,

Freistin fer í dag

Skrivað

Árni Gregersen

Dagfesting

Landsstýriskvinnan við umhvørvismálum, Ingilín D. Strøm, hevur freist til í dag at koma við viðmerkingum til niðurstøðina hjá landsstýriskvinnuni í samband við eina kæru.

Tað var Jakob Vestergaard, tingmaður fyri Fólkaflokkin, sum kærdi landsstýriskvinnuna fyri landsstýrismálanevndina, tí hann metir hana ikki hava sagt satt fyri Løgtinginum.

Málið snýr seg um almenna felagið Bústaðir og langtíðar haldførið hjá felagnum. Á Løgtingsins røðarapalli segði landsstýriskvinnan, at hon ongar ábendingar hevur fingið um, at haldførið í búskapinum hjá Bústøðum ikki er gott.