,

Fróðskaparrit um menniskjarættindi í Føroyum

Skrivað

Rói Joensen

Dagfesting

Fróðskapur hevur givið út eitt nýtt serrit av Fróðskaparritum við heitinum Menniskjarættindi í Føroyum.

Serritið, sum er ritstjórnað av Eriku Anne Hayfield og Heina í Skorini, inniheldur 7 greinar frá 14 høvundum, ið viðgera fjølbroytt evni sum støðuna hjá sálarsjúkum í Føroyum í 19. og 20. øld, søguligu gongdina hjá javnstøðulógini og hugburðin til fosturtøku í Føroyum

Ritstjórarnir siga soleiðis í fororðinum::

– Tað, sum kveikti tankan til hetta serritið, er tann týdningur, sum menniskjarættindi hava sum grundarlag undir rættvísi, rættlæti, trivnað hjá borgarum og hvussu skipanir virka í føroyska samfelagnum.

Teir vísa á, hvussu kanningar av menniskjarættindum kunnu verja viðkvæmar bólkar og fremja tilvitsku, lærdóm, rættvísi og samfelagsábyrgd, sum aftur kunnu føra til politikk ella lógarbroytingar.

Serritið um menniskjarættindi er 188 síður og finst talgilt á heimasíðu forlagsins, ojs.setur.fo.

Fróðskaparrit er komið út síðani 1952 og verður givið út av forlagnum Fróðskapur. Í ritstjórnini eru Malan Marnersdóttir, Hans Andrias Sølvará, Marin Strøm og Eyðfinn Magnussen.