Kl. 10.00 í morgun, sunnumorgun, spælir føroyska kvinnulandsliðið í fótbólti landsdyst móti Litava um triðja- og fjórða plássið í Baltic Cup. Dysturin verður spældur á J. Skredela Stadion í Riga í Lettlandi.
Dysturin verður stroymdur beinleiðis á heimasíðuni hjá FSF
Hósdagin taptu kvinnur hálvfinaluna móti Lettlandi 2-1, hóast greiða leikliga yvirvág. Birita Ryan noyddi fram eitt sjálvmál, og Føroyar raktu træverkið tríggjar ferðir.