Fyri tað mesta turt hesa vikuna

Skrivað

Rói Joensen

Dagfesting

Veðurstova Føroya boðar sum heild frá góðum veðri hesa vikuna.


Forsøgn galdandi til á middegi týsdagin

Frískt lot til frískan vind sunnan, 5 til 10 m/s. Í nátt minkar hann niður í lot til frískt lot av landsynningi, 3 til 8 m/s. Fyrrapartin í morgin upp í frískt lot til frískan vind eystan, 5 til 10 m/s. Hálvskýggjað og kanska okkurt ælið í støðum, men sum frá líður yvirhøvur turt. Hitin 3 til 7 stig.

Týsdagur

Lot til frískt lot av landsynningi, 3 til 8 m/s, skiftandi skýloft og yvirhøvur turt. Hitin 3 til 8 stig.

Mikudagur

Lot til frískt lot eystan, 3 til 8 m/s, skiftandi skýloft og bert okkurt ælið í støðum. Hitin 2 til 7 stig.

Hósdagur

Lot til frískt lot eystan, 3 til 8 m/s, skiftandi skýloft og bert okkurt ælið í støðum. Um kvøldið frískt lot til frískan vind, 5 til 10 m/s. Um náttin minkar vindurin aftur niður í lot til frískt lot, 3 til 8 m/s. Hitin 2 til 7 stig.

Fríggjadagur

Lítið lot av landsynningi, minni enn 5 m/s, samdrigið og yvirhøvur turt. Hitin 2 til 6 stig.