Danin Jens Berthel Askou var venjari hjá HB í 2020 og hann fekk avbera góð úrslit, tá liðið vann greipuna. Hann varð eisini valdur til ársins venjara av Venjarafelag Føroya. Kortini valdu partarnir at fara hvør til sítt eftir kappingarárið.
Síðani endaði hann hjá AC Horsens í donsku Superliguni, áðrenn hann sum venjari bjargaði IFK Göteborg frá at flyta niður úr Allsvenskan, bestu svensku deildini.
Í summar gjørdist hann hjálparvenjari hjá landsmanninum Lars Friis í kekkiska stórfelagnum Sparta Prag, har hann í høvuðsheitum stóð fyri verjupartinum, men tað eru lemjandi atfinningar, sum Askou fær frá fyrrverandi Arsenal-leikaranum, Tomáš Rosický, sum nú er ítróttarstjóri hjá Sparta Prag:
“Vánaligi verjuparturin var partur av vánaligu gongdini í heyst – deyðbóltsstøður í verjupartinum, restverjan og vit vístu onga mótstandsføri, tá mótstøðuliðini fingu umstillingar,” sigur Tomáš Rosický sambært idnes.cz.
Danskir venjarar eru annars rættiliga væl dámdir beint nú kring Europa, so Jens Berthel Askou verður neyvan arbeiðsleysur í langa tíð.