, ,

Fyrsta royndin eydnaðist sera væl

Skrivað

Jóan Pauli Jacobsen

Dagfesting

Aðalfundurin hjá FSF 26. november 1983

Á aðalfundinum hjá FSF 26. november 1983 varð sostatt samtykt, at seta á stovn kvinnufótbólt og at 1984 skuldi vera eitt royndarár. Fundurin samtykti einmælt eina soljóðandi fundarsamtykt: “Miðað verður fram ímóti at sett verður á stovn kvinnufótbóltsdeild, og at arbeitt verður fram ímóti, at kvinnu/gentufótbóltur verður framdur á sumri 1984 sum eina roynd.”

Skipast skuldi fyri eini landskapping fyri kvinnur yvir 17 ár og eini kapping fyri gentur 12-17 ár. Fótbóltssambandið setti Julius Vest Jensen til kappingarstjóra fyri gentu- og kvinnufótbóltinum. FSF sendi feløgunum tilmeldingarbløð 15. februar, har seinasta tilmeldingarfreistin var 29. februar. Feløgini kundu melda til tvær deildir. Eina gentudeild, har luttakararnir vóru millum 12 og 17 ár, meðan hin deildin var fyri gentur/kvinnur eldri enn 17 ár. Luttøkukostnaðurin fyri hvørt av eldru liðunum var 300 kr., meðan yngru liðini skuldu gjalda 150 hvørt fyri at luttaka. Harumframt kravdi FSF eitt gjald til dómaradeildina á 450 kr.

Heili 36 lið teknaðu seg til landskappingina. 19 lið í bólkinum 12-17 ár og 17 lið í bólkinum 17 ár og eldri. Stórur áhugi var sostatt fyri kvinnufótbólti í Føroyum. Undirtøkan fevndi um allar Føroyar; líka frá Sumba til Klaksvíkar.

Kappingarreglur

Saman við tilmeldingin skuldu feløgini tilskila, hvussu liturin á búnanum var, og hvør umboðsmaðurin fyri liðið var. Leiktíðin fyri 17 ár og eldri var 2 ferðir 35., og 2 ferðir 20 min. fyri yngra bólkin. Annars vóru onnur frávik: Kvinnurnar skuldu nýta bólt nr. 4, reglurnar fyri málmenn vóru ikki galdandi, loyvt var at hava 5 skiftisleikarar, sum allar høvdu loyvi at koma inn í sama dysti, hornasparkið varð skotið frá 16 metrinum og álagt varð øllum at nýta beinskinnarar.

Liðini vórðu býtt í tilsamans 4 bólkar. Allir bólkarnir skuldu byrja kappingina vikuskiftið 12. og 13. mai og innleiðandi umfarið skuldi vera liðugt vikuskiftið 8. og 9. september, og síðani skuldu finaludystirnir verða leiktir; ein á heimavølli og ein á útivølli ávikavist 15. og 22. september.

Endin varð, at B36, HB, Sumba, NSÍ, TB og VB spældu í bólki A hjá teimum eldru. TB fekk plássið hjá AB. Í Bólki B vóru ÍF, KÍ, GÍ, SÍF, EB, MB og LÍF. Somu feløg luttóku í yngra bólkinum burtursæð frá TB og Sumba, har B71 og AB luttóku ístaðin. Harumframt høvdu HB og NSÍ bæði a og b lið. B68 og B71 noyddust at taka liðini úr eldra bólkinum, so tilsamans luttóku 16 feløg við 30 liðum hetta royndarárið.

Sigur í søguligum dysti

Leygardagin 19. mai varð á fyrsta sinni spældur landskappingardystur í kvinnudeild á Tvøroyri. Hetta var samstundis fyrsti landskappingardysturin hjá B36, sum hevði vunnið 4-0 á HB í einum venjingardysti undan kappingarbyrjan. Roknað varð við, at B36 fór at vinna, tí tær søgdust at hava eitt sterkt lið, men ikki var long tíð farin av dystinum, tá Hansa Midjord, kvikasti framherji hjá TB, legði TB á odda 1-0.

Hóast B36 bert møtti við 11 leikarum til dystin – ein var “fiskaður” á vegnum – og málverjin, Vivi Kuhr, hevði skaða, so tóku tær, sum dystur leið, yvir alt spælið og henda yvirvág hevði við sær, at B36 var á odda við trimum móti einum, tá farið varð til hálvleikssteðg. Í seinna hálvleiki minkaði Hansa Midjord um munin til 2-3, men dysturin endaði 5-2 til B36, og málskjúttarnir hjá B36 í hesum søguliga dystinum vóru Ann-Britt Schiller, sum gjørdi tvey mál, Unn Hansen, Anna Maria Müller og Malan Mohr.

B36 tryggjaði sær fremsta pláss í bólkinum við einum javnleiki á útivølli móti Sumba.

Finaluumfarið í kvinnufótbólti í 1984

Kvinnurnar hjá KÍ og B36 royndust avbera sterkar. Tær vunnu hvør sín bólk í kappingini og hittust í finaluumfarinum. Lutakastið fall soleiðis, at B36 og KÍ skuldu spæla fyrra finaludystin í Havn og seinna í Klaksvík. Hjá teimum yngru var fyrra NSÍa-B36 í Runavík og seinna B36-NSÍa í Havn.

Fyrri finaludysturin

Fyrri dysturin varð spældur á niðara vølli í Gundadali leygardagin 15. september, og vísti B36-kvinnurnar seg at vera tær stinnaru. Tær vunnu dystin við trimum málum móti ongum eftir at hava verið á odda við einum í steðginum. Hálvleiksstøðan var 1-0. Malan Mohr skoraði tvey tey fyrstu málini, meðan Ann-Britt Schiller skoraði til 3-0.

Nógvir áskoðarar vóru til dystin. Leikurin var sera góður til tíðir. B36-kvinnurnar høvdu tann betra leikin, og teir vandamiklastu málmøguleikarnar.

Tað vóru sera nógv kend andlit at síggja í dystinum. Á B36-liðnum leiktu fleiri hondbóltskvinnur og á Kí-liðnum leiktu fleiri flogbóltskvinnur. Hetta sást eisini í dystinum. Kvinnurnar orkaðu og bardust um hvønn bólt.

Finaluliðið hjá B36: Birthe Poulsen, Marjun Christiansen, Sarita Baldvinsson, Malan Mohr, Anna Maria Müller, Hildur Rasmussen, Vivi Kuhr, Ann-Britt Schiller, Ingilín Holm, Asta Thomsen, Maria Hansen, Karin Rasmussen og Helena Dam á Neystabø.

Finaluliðið hjá KÍ: Anna Sivertsen, Katrin Jacobsen, Sigrid Nysted, Hasla Johannesen, Mary Maria Jacobsen, Hjørdis Sivertsen, Finngerð Sólbjørg, Anna Østerø, Ruth Sivertsen, Marjun Mortensen og Ann Johannesen. Signy Simonsen og Hanna Thomsen spældi eisini við. Venjari var Markus Tunmas Jacobsen.

Seinni finaludysturin

Sigurin upp á 3-0 var góð barlast at hava til seinnu finaluna, sum skuldi spælast í Klaksvík. Og í vánaligum spælilíkindum endaði seinna finalan við javnleiki 0-0. Spælið var nógv darvað av síðuvindi, so at nakað rættiligt spæl varð ongantíð. Spælið gekk fyri tað mesta fyri seg á miðjuni. Ein sera javnur dystur, og úrslitið var rættvíst. B36 átti sostatt fyrsta føroyameistaran, um enn hann var óalmennur.

B36-liðið, sum spældi seinnu finaluna í Klaksvík, var: Ingilín Holm, Marjun Christiansen, Sarita Baldvinsson, Hjørdis Samuelsen, Anna Maria Müller, Hildur Rasmussen (liðskipari), Vivi Kuhr, Ann-Britt Schiller, Helena Dam á Neystabø, Asta Thomsen, Maria Hansen, Karin Rasmussen, Birthe Poulsen og Malan Mohr. Guðrið Samuelsen og Unn Hansen spældu eisini við B36 hetta árið. Venjari var Baldvin Baldvinsson.

NSÍ føroyameistari í gentum 12 til 17 ár

Fyrri finaludysturin varð leiktur í runavík 15. September, og endaði hann við javnleiki 0-0, men í seinna dystinum vunnu NSÍ-genturnar ein uppibornan 2-0 sigur, ið lættliga kundi verið enn størri. Í innleiðandi bólkinum vunnu NSÍ-genturnar allar 14 dystirnar og høvdu ein málmun á 68-2.

Á NSÍ-liðnum leiktu: Elin Sigvardsen, Maj Britt Østerø, Eyð Nielsen, Eyðfríð Jacobsen, Anna K. Lamhauge, Tove Skipenes, Urd Johannesen, Turid Ludvig, Laila Davidsen, Ingun Johansen, Amy Davidsen, Sólvá Hansen, Anja Poulsen, Oydis Jacobsen, Anna Elisa Joensen, Hildur Jacobsen og Annika Højgaard. Venjarar vóru Ingolvur Olsen og Árni Midjord.

Fyrsti kvinnuligi nevndarlimurin hjá FSF

Fyrsta royndin við uttandura kvinnufótbólti eydnaðist sera væl. Higartil høvdu kvinnurnar bert kunnað luttikið í ymsum innandura fótbóltskappingum. Til kappingarárið eftir varð samtykt at býta yngra bólkin í tvey: Ein fyri gentur millum 12 og 14 ár og ein fyri gentur millum 15 og 17 ár, meðan kappingin fyri gentur/kvinnur eldri enn 17 ár skuldi halda áfram. Og fyri fyrstu ferð hendi tað, at kvinna varð vald í nevnd hjá FSF. Hetta var Malan Mohr, ið varð einmælt vald í kappingarnevndina fyri Per Aakjær, ið bar seg undan afturvali.