Fyrsti U21 EM-undandystur í juni

Skrivað

Rói Joensen

Dagfesting

EM-undankappingin hjá føroyska U21-landsliðnum byrjar leygardagin 7. juni, tá ið okkara dreingir spæla á útivølli móti Estlandi.

Dystarskráin er nú klár, og Føroyar skulu í alt spæla tíggju dystir í bólki C. Har skulu teir møta Fraklandi, Sveis, Íslandi, Luksemborg og Estlandi.

Aftaná lutakastið í Nyon í Sveis hósmorgunin samdust londini skjótt um dystarskránna, sum varð fingin upp á pláss eftir lítlari løtu. Av teimum tíggju dystunum spæla Føroyar seks í ár og fýra í 2026.

Fyrsti heimadysturin verður í Klaksvík fríggjadagin 10. oktobur, tá Frakland kemur á vitjan.

Dystarskráin 2025
7. juni Estland – Føroyar
4. sept. Ísland – Føroyar
9. sept. Luksemborg – Føroyar
10. okt. Føroyar – Frankaríki
14. okt. Føroyar – Sveis
17. nov. Frankaríki – Føroyar

2026
27. mars Sveis – Føroyar
25. sept. Føroyar – Estland
30. sept. Føroyar – Luksemborg
6. okt. Føroyar – Ísland

EM endaspælið verður í Albania og Serbia í 2027.