Geytin 2025 í kvøld í Norðurlandahúsinum

Skrivað

Rói Joensen

Dagfesting

Reyður løbari, brús í gløsunum og gyltar virðislønir. Aftur í ár savnast filmselskarar og filmskaparar, tá umtókta stuttfilmskappingin Geytin verður í Norðullandahúsinumfer av bakkastokki. Tiltakið byrjar klokkan 19.30.

Geytin verður ikki vístur í sjónvarpi. Tiltakið er ikki útselt, og til ber at keypa atgongumerki á heimasíðuni hjá Norðurlandahúsinum

Ársins besti føroyski stuttfilmur verður valdur hetta hátíðarkvøld. Vertur er Birgir Kruse, sum fer at leiða okkum gjøgnum skrána. Eftir tiltakið bjóðar Filmshúsið til afterparty á Hvonn, har DJ Beinta Haraldsen fær dansigólvið at kóka.

Tilnevndu stuttfilmarnir í ár eru:

  • Magni Elias Vang við Álvara og gaman
  • Rannvá Káradóttir og Marianna Mørkøre við EINMIN
  • Julia í Kálvalíð við Faðir mín Faðir
  • Sølvi Næs Hoydal við Glataður tími
  • Maria Winther Olsen við Halt um meg
  • Trygvi Danielsen við Kindregg
  • Høgni Egholm Magnussen og Mathias Dimon Næs við Kvøldvaktin

Hesi kappast um Geytan á 40.000 krónur, latin av Runavíkar kommunu, og Áskoðaravirðislønina á 30.000 krónur, latin av Tórshavnar kommunu.

Birgir Kruse, vertur í kvøld og formaður í filmsfelagnum, segði við útvarpið á middegi, at støði á filmunum er nógv hækkað, síðan fyrsta Geytan í 2012.

Marjun Niclasen, leiðari av Filmshúsinum, sigur á heimasíðuni hjá Norðurlandahúsinum, at kappingin verður hørð:
– Í fjør lótu fleiri filmsskaparar inn, sum ganga á altjóða filmsskúlum. Hetta er eitt frambrot fyri føroyska filmsframleiðslu og hækkar støðið á stuttfilmunum.

Dómsnevndin er mannað við umboðum frá Filmshúsinum, Kringvarpi Føroya, Felagnum Føroysk Filmsfólk, Filmsfelagnum og Klippfisk, umframt eitt altjóða filmsumboð.

Geytin skal birta áhugan fyri føroyskari stuttfilmslist og er eitt gott høvi fyri filmsfólk og áhugaði at hittast. Tiltakið er eitt samstarv millum Filmshúsið og Norðurlandahúsið.