Hoyr frásøgumannin, Trygva Absalonsen og viðmerkjaran, Gert Hansen siga frá málunum í 5-1 (0-1) stórsigrinum hjá Víkingi á 07 Vestur. Hoyr Gert taka samanum ein uppibornan sigur, og hoyr samrøðurnar Trygvi gjørdi við tvímálsskjúttan, David Geza Turi og Poul Kallsberg hjá Víkingi, og við hjálparvenjaran hjá 07 Vestur, Tór-Ingar Akselsen. Geza og Poul fegnast um stórsigurin, men er ónøgdir við fyrra hálvleik, har Víkingur var aftanfyri 0-1 í steðginum. Hjá Tór-Ingari er øvugt. Hann staðfestir eitt gott avrik í fyrra hálvleiki, men tað helt tíverri ikki til seinna hálvleik hjá 07 Vestur.
Mynd: Trygvi Absalonsen.