Fótbóltsspælarin, Géza Dávid Turi, hevur fingið danskan ríkisborgararætt og kann nú spæla á føroyska landsliðnum.
Hann hevur búð í Føroyum síðani 2006, tá ið hann kom hendan saman við foreldrum sínum úr Ungarn. Í dag hevur hann endiliga fingið føroysk pappír eftir meira enn trý ára bíðitíð.
23 ára gamli Geza Turi, vanliga nevndur “Lítli Geza” í víkingaumhvørvinum, er sonur fyrrverandi málverjan hjá GÍ og Víkingi, Géza Tamás Turi úr Ungarn.
Fótbóltsevnini hava altíð verið eyðsýnd, og Geza Turi spældi fyrsta dystin við besta liðnum hjá Víkingi í 2020, og síðan hevur hann sambært Faroe Soccer spælt 147 dystir í bestu deildini fyri Víking. Fótbóltsføroyar hava eisini leingi bíða eftir, at Geza Turi fær loyvi at spæla fyri Føroyar, og nú er tað veruleiki.
Fólkatingið samtykti í dag lógaruppskotið um ríkisborgararætt, sum gevur 24 útlendingum, búsitandi í Føroyum, danskan ríkisborgararætt. Hetta er partur av einum størri lógaruppskoti, har íalt 2.014 fólk fingu danskan ríkisborgararætt, millum annað 24 úr Føroyum og 8 úr Grønlandi.