, ,

Gjørdust ov stuttir

Skrivað

wplunnar

Dagfesting

Fjórðingsfinalan gjørdist endastøðin fyri 2002-árgangin hjá okkara U21-landslið við monnum til HM-endaspælið í Týsklandi.

Føroyska liðið tapti við trimum málum móti einum vælupplagdum serbiskum liði, ið hevði lisið væl upp á, hvussu verjast skuldi fyri føroyska liðnum, har millum annað føroysku vengurnar vórðu væl dekkaðar.

Eisini brendu okkara menn rættiliga nógvar kjansir, serliga í fyrra hálvleiki, so føroyska liðið nærkaðist ongantíð veruliga serbisku leiðsluni, sum serbar høvdu lagt lunnar undir í fyrra hálvleiki.

Endaliga úrslitið gjørdist 30-27 til Serbia, eftir at serbar høvdu verið á odda 17-12 í hálvleikinum.

Føroyingar vunnu seinna hálvleik 15-13, og megnaðu at minkað um munin úr átta málum niður í tvey mál, men nærri tí kom føroyska liðið ongantíð.

Tí fer Serbia víðari til hálvfinaluna, meðan føroyska liðið nú skal spæla at blíva best av teimum fýra londunum, sum ikki koma í hálvfinaluna.

Næsti dystur verður leygarmorgunin.