Góð gongd hjá Bakkafrosti í fjórða ársfjórðingi í 2024

Skrivað

Rói Joensen

Dagfesting

Rakstrarúrslitið hjá Bakkafrosti í fjórða ársfjórðingi 2024 var 280 milliónir krónur, samanborið við 356 milliónir í sama tíðarskeiði í fjør. Lívfrøðiliga gongdin var góð, serliga í Føroyum, har bæði lúsatølini og miðalvektin á tikna laksinum vóru framúr góð.

Tøkan í Føroyum var 16.638 tons og 3.840 tons í Skotlandi, samanborið við 16.005 tons og 1.062 tons í fjør.

Regin Jacobsen, stjóri, sigur at alingin í Føroyum gekk væl bæði á sjógvi og á landi. Lívfrøðiliga gongdin var góð við góðum vøkstri, lágum lúsatølum og stórum fiski til tøku.

Havsbrún setti ársmet í fóðursølu annað ár á rað, men tað var heldur friðaligt í fjórða ársfjórðingi, tá ið munandi minni varð landað enn árið fyri. Sølan av fiskamjøli og lýsi var nógv lægri í fjórða ársfjóðringi enn í 2023.

Í Skotlandi er virksemið vorðið betri við framleiðslu av stórum dygdargóðum smolti á nýggju Applecross smoltstøðini. Bakkafrost væntar, at hetta fer at betra um alingina í Skotlandi komandi ár.

Samanumtikið eru tey á Bakkafrosti nøgd við, hvussu tað eydnaðist at minka um váðan í skotsku alingini.

Laksamarknaðurin var tó merktur av størri útboði av laksi, sum trýsti prísin niðureftir, og tað ávirkaði úrslitið skeivan vegin.

Verkætlanirnar á Applecross og í Skálavík, umframt útbyggingina á Havsbrún, eiga týðandi leiklut hjá Bakkafrosti at røkkan sínum málum komandi árini við stórum dygdarsmolti, besta fóðri og góðari fiskavælferð.