Gongur striltið at samráðast við russar

Skrivað

wplunnar

Dagfesting

Týsdagin byrjaðu samráðingar millum føroysku og russisku myndugleikarnar um fiskivinnuavtalu fyri komandi ár.

Tveir dagar vóru fyribils settir av til samráðingarnar um føroysk fiskirættindi í russiska partinum av Barentshavinum, umframt russisku veiðuna eftir uppsjóvarfiski í føroyskum sjógvi.

Men í dag skrivar dimma.fo, at samráðingarnar ikki eru lidnar enn.

Samráðingarnar, ið eru á talgildum pallum, hava enn ikki givið úrslit, so hildið verður fram at samráðast í dag.

Dimma skilir á lagnum, at tað er fyrst og fremst ósemja um havnastongsilin umframt atgongdina hjá russiskum skipum at fiska í felagsøkinum hjá Føroyum og Bretlandi, sunnanfyri Føroyar.

Hetta hevur drigið nógv út, áðrenn samgongan herfyri meldaði út, at Føroyar aftur í ár fóru til samráðingar við russar um fiskivinnuavtaluna fyri 2024, hóast samgonguflokkarnir, serliga Javnaðarflokkurin, áðrenn løgtingsvalið í fjør meldaðu út, at fiskivinnusamstarvið við Russland skuldi halda uppat, so leingi Russland var í kríggi við Ukraina.

Tað er formliga landsstýrismaðurin í fiskivinnumálum, Dennis Holm, ið stendur á odda fyri samráðingunum um fiskivinnuavtalur, men tað er Andras Kristiansen úr fiskimálaráðnum, ið stendur á odda fyri samráðingarnevndini.