Á átjanda sinni verður Gullradio á FM1 fyri FM-vinnarunum. Aftaná trý Gullradio á rað fyri KÍ verður nú Gullradio fyri Víking í morgin, mánadagin. Klokkan 16.00 til 16.55 verður ein Ljóðkavalkada við frásagnarbrotum, samrøðubrotum, og greiningarbrotum frá kappingarárinum hjá Víkingi í Betrideildini at hoyra. Heri Simonsen hevur lagt ljóðkavalkaduna til rættis. Aftaná tíðindasendingina – umleið klokkan 17.15 – verður sett norður til Rúna á Reynatrøð, ið verður staddur í Vìkinga-húsinum í Sarpugerði við umboðum fyri hópin hjá Víkingi. Lurtararnir kunnu senda eina heilsu til Víking og spurningar til leikararnar hjá Vìkingi á nummar 559999.

GULLRADIO á FM1 – mánadagin frá klokkan 16 til klokkan 18.15
Skrivað
Dagfesting