H71 a steypavinnari hja U10-gentum

Skrivað

Rói Joensen

Dagfesting

H71 a og VÍF a møttust í eini spennandi steypafinalu hjá U10-gentum. Dysturin endaði við einum 15-14 sigri til H71 a.

H71 a tók leiðsluna tíðliga í dystinum, men VÍF a helt fast við. Miðskeiðis í fyrra hálvleiki tóku bæði liðini leiðsluna fleiri ferðir. Í steðginum var støðan 10-8 til H71.

Í seinna hálvleiki var H71 frammanfyri fyri tað mesta, men VÍF javnaði til 14-14, tá ið fýra minuttir vóru eftir. H71 megnaði tó at tryggja sær sigurin við einum máli, sum Eva Bjarnadóttir skoraði.


Faxe Kondi Steypafinala – U10 – Gentur
H71 a – 15 – 14 (10 – 8)

H71 a:

  • Ása Ingadóttir Højsted 4
  • Guðrun Áradóttir á Borg 4
  • Ása Niklasdóttir 4
  • Eva Bjarnadóttir 2
  • Rebekka Mortensen 1
  • Anna Katrin Egilsdóttir
  • Tinna Horsdal
  • Maria Natalia Zambrano Hovgaard
  • Rannvá Heiðriksdóttir
  • Eydna Rigmor Vang Poulsen

VÍF a:

  • Ró Malusi Martinsdóttir 6
  • Andrea Wannathep Jacobsen 4
  • Emma Magnussen 3
  • Mia Christophersen Jojic 1
  • Súsanna Funn Joensen
  • Bjørk á Bakkanum
  • Agnas Andresen

Dómarar: Jákup Sverri Kass og Johan Lind Poulsen