Burndeildin menn:
H71 – Kyndil 40-29 (18-14)
Tað er ótrúligt, hvussu tey í H71 ár eftir ár kunnu halda á fram at seta nýggjar leikarar inn á eitt nýtt meistaralið á mannfólkasíðuni.
Seinasta kappingarár tók H71 øll á bóli við at gerast føroyameistari við einum blaðungum liði, eftir at menn sum Peter Krogh, Rói á Skipagøtu og Pauli Jacobsen vóru farnir uttanlands at spæla.
Í staðin vóru tað menn sum Sveinur Olafsson og Bogi Hansen, sum gingu undan og vóru veteranar á liðnum, hóast teir bara vóru 21 ár. Nú eru teir báðir so eisini farnir uttanlands at spæla, men alt bendir á, at talentmaskinan í Hoyvík framhaldandi spýtir nýggjar evnaríkar hondbóltsleikarar út.
Higartil hevur í stigum ikki gingið so væl hjá H71 hetta kappingarárið. Men tað ger ikki tað stóra, tí kappingarleisturin ger, at dystirnir hava lítið og einki at siga fyrr enn í FM-spælinum í apríl.
H71 hevur tó vunnu tríggjar teir seinastu dystirnar, og hevur eisini spælt seg í hálvfinalurnar í steypakappingini. So nú hevur nýggja unga liðið hjá H71 spælt seg upp, og tað vístu teir væl og virðiliga móti Kyndli í dag.
Kyndil hevur á sínari síðu eitt rímiliga sterkt lið bygt runt um teir tríggjar danirnar, Tobias Thiesen, William Skovsager og Simon Højmark Petersen, og liðið sær eisini kropsliga sterkt út. Í dag manglaðu krútsterki Ovi Lutzen og fyrsti málverjin, Tórur Guttesen hjá Kyndli. Men kortini er tað hugtakandi, hvussu nýggja unga H71-liðið hjá Mark Lausen-Marcher spakuliga køvdu allan logan í kyndlunum, og sendi fyrrverandi stórfelagið í føroyskum manshondbólti til Havnar aftur við einum ordans avsmurningi.
Leingi gekk nøkulunda javnt á, men hesir ungu menninir hjá H71, serliga Rókur Ziskason og Brian Slyne hava eina ótrúliga styrki, orku og hondbóltsevni at koma gjøgnum verjur, hóast tær at síggja til eru tættar. Í dag vístu eisini leikarar sum Høgni Højsted og Høgni Heinason, at teir eisini duga alt tað, sum ein modernaður hondbóltsleikari úr Hoyvík dugir. Og so heilt móti endanum kom ein púra ókendur ungur drongur á vøllin, og upp á lítla løtu hevði Jógvan Andreas Lamhauge skotið tvey mál og spælt fleiri góðar bóltar inn á strikuna. Evnaríku hondbóltsleikararnir í Hoyvík síggja út til at standa í einari óendaliga langari røð og bíða eftir sínum møguleika.
Dystin vann H71 so greitt sum 40-29 eftir hálvleiksstøðuna 18-14. Og tað skal vera løgið, um unga liðið hjá H71 ikki mennist upp aftur meira gjøgnum kappingarárið og verður føroyameistari í vár.
Hjá H71 var Brian Slyne toppskjútti við 9 málum, meðan Tobias Thiesen hjá Kyndli eisini skoraði 9 mál.
Stigatalva Burndeildin
Dystir | Vunnin mál | Tapt mál | Munur | Stig | |
Kyndil | 10 | 285 | 283 | 2 | 13 |
VÍF | 9 | 298 | 255 | 43 | 12 |
StÍF | 9 | 279 | 250 | 29 | 12 |
Neistin | 10 | 261 | 253 | 8 | 11 |
H71 | 9 | 276 | 255 | 21 | 11 |
KÍF | 9 | 220 | 232 | -12 | 7 |
Team Klaksvík | 10 | 254 | 345 | -91 | 0 |
