H71 er steypavinnari í manshondbólti hjá monnum. Hoyvíksmenn vunnu 33-29 móti VÍF í einari spennandi finalu. Hetta er fimta ferð seinastu seks árini, at hoyvíkingar lyfta steypið, hóast liðið er broytt nógv.
Dysturin var javnur í fyrra hálvleiki, sum endaði 17-17. H71 legði fyri sum eitt óløgi í seinna hálvleiki, og einaferð stóð 24-18 á máltalvuni. VÍF megnaði at minka um munin og javnaði til 27-27, men H71 svaraði aftur og dró frá.
17 ára gamli Jákup Egholm var eyðsýndur hjá H71 við tíggju málum, og Brian Slyne gjørdi eisini sítt, tá ið tað veruliga stoð á. Hann skoraði átta mál. Málverjin Ingi Johannesen gjørdi eisini fleiri týðandi bjargingar fyri H71.
Eisini ungi málverjin hjá VÍF, Bjarni Gunnarsson Jacobsen, stóð ein frálíkan dyst, tá ið hann kom inn í seinna hálvleiki, og var høvuðsorsøkin til, at VÍF kom við í dystin aftur. Bjarni varð valdur til dagsins leikara.
Faxe Kondi Steypafinala – Menn
H71 – VÍF 33 – 29 (17 – 17)
H71:
- Jákup Egholm 10
- Brian Slyne 8
- Høgni Heinason 5
- Jón Rói M. Høgnesen 4
- Sakaris Sakarisson 4
- Høgni Højsted 2
- Torstein Sivertsen
- Louis Christy
- Hans Kári Hansen
- Ingi Johannesen
- Haraldur Karlsson
- Ári Jógvansson Olsen
- William Napoleon Djurhuus
- Rókur Ziskason
- Jón Eyðunsson Midjord
- Jógvan Andreas Lamhauge
Útvísingar:
- Høgni Højsted : 2
- Brian Slyne : 1
- Høgni Heinason : 1
- Rókur Ziskason : 1
VÍF:
- Dánjal Ragnarsson 7
- Filip Jojic 4
- Sjúrður Olsen 3
- Fríði Holm í Innistovu 3
- Andrias Eriksen 3
- Óla Jákup Gaard Olsen 3
- Kristian Jensen 2
- Magnus Müller 2
- Eyðbjørn Heini Danielsen 1
- Djóni Bárðarson Nielsen 1
- Bjarni Gunnarsson Jacobsen
- Tróndur Johnson
- Eyði Bjargarson
- Mladen Mjerimacka
- Brandur Martinsson Hansen
- Filip Haldansen
Útvísingar:
- Magnus Müller : 1
- Dánjal Ragnarsson : 1
- Eyðbjørn Heini Danielsen : 1
- Filip Jojic : 1
Dómarar: Thomas Juul S. Thomsen og Jógvan Sheel Nolsøe