H71 vann á Kyndli í steypakappingini

Skrivað

Rói Joensen

Dagfesting

Faxe Kondi kappingin við monnum
H71- Kyndil 27-22 (13-12)

Nú kappingarleisturin í landskappingini ger, at dystirnir eru meira ella minni týdningarleysir, so var hesin fyrsti dysturin í steypakappingini millum menninar hjá H71 og Kyndil tann fyrsti veruliga týðandi dysturin, síðan hondbólturin fór í gongd aftur. 

Tað stendur eisini nógv upp á spæl í steypakappingini, tí tapir eitt lið hendan fyrsta dystin, so má nærum fult stigatal til í hinum báðum dystunum fyri at tryggja pláss í hálvfinalunum. 

Bæði liðini byrjaðu við fullari megi, og tey fyrstu álopini var mál nærum hvørt álop. Hjá báðum liðum komu flestu málini frá bakspælinum. H71 við sínum vanliga kvika ávbjóðandi pressspæli, og Kyndil við gjøgnumbrotssterka og skotsterka William Skovsager á vinstra bakki og veteraninum David Edvardsen á vinstra bakki. Hinvegin so komu eingi mál upp á skjótálop, og soleiðis var tað allan dystin.

Eftir eina løtu fór ferðin úr dystinum, og leingi stóð 4-3. Men so fór H71 undan. Serliga stóð offensiva verjan væl hesa løtuna, og tað koma valla eitt ordiligt kyndilsskot fram við hoyvíksverjuni í nakrar minuttir. 

19-14 stóð á máltavluni, tá ið 19 minuttir vóru spældir, og so tók Kyndilsvenjarin, Hjalti Mohr Jacobsen, leikbrá.  

Tað hjálpti, og seigliga tók Kyndil seg inn á Kyndil aftur. Jan Pauli Toft Johannesen kom inn Kyndilsmálið og fyrrverandi landsliðsleikarin Rókur Akralíð, sum er fluttur heimaaftur, kom inn í miðverjuna. Nú gjørdist torførari hjá H71 at skora. Í hálvleikinum var bara eitt mál á muni 13-12. 

Kyndil byrjaði seinna hálvleik við at javna til 13-13, og liðini skiftust nú um at skora til støðuna 16-16.

Tað eydnaðist ongantíð Kyndil at koma fram um, og tá ið Bryan Slyne setti nøkur góð álop upp við at skora sjálvur og at spæla aðrar leysar. H71 fór eisini aftur fram í eina 3-2-1 verju, sum gjørdi at Kyndil mátti spæla kvikari fyri at koma í gjøgnum.

Rókur Ziskason spældi eisini ein sera góðan dyst fyri H71, og tá ið hann hevði skorað tvey mál á rað, var H71 framman fyri 20-17, og 16 minuttir vóru spældir.

Nú skoraðu liðini á skift, og H71 helt seg framman fyri, og støðan var 24-21, tá ið fimm minuttir vóru eftir.

Kyndil kom ikki aftur í aftur, og endin var, at hoyvíkingar vunnu 27-22.

Sigurin hjá H71 hevur við sær, at teir helst bara skulu vinna ein dyst afturat í bólkaspælinum í steypakappingini, antin móti StÍF ella Team Klaksvík. Hinvegin er Kyndilsmenn helst noyddir at vinna báðar dystirnar móti somu liðum.

Dysturin á Handballstatz

Dómaraseðilin á hsf.fo