Klaksvíkar býráð samtykti á býráðsfundi 14. oktober 2024 at dagføra reglugerðina fyri grundstykkjalistan og at hækka depositumgjaldið fyri at vera á listanum. Tað skrivar Klaksvíkar kommuna.
Dagføringarnar innihalda greiðari treytir samanborið við tær, sum áður vóru nýttar, og orðið fastogn er nú partur av reglugerðini.
Heimildin at loyva frávík frá reglunum liggur nú hjá Klaksvíkar býráð heldur enn hjá Umhvørvis- og býarskipanarnevndini, sum nú fer at fáa kunning um, hvussu mong standa á grundstykkjalistanum á hvørjum nevndarfundi.
Gjaldið fyri at vera á grundstykkjalistanum verður hækkað úr 2.500 krónur til 5.000 krónur við afturvirkandi gildi. Tey, ið longu standa á grundstykkjalistanum, fara í næstum at fáa bræv ella teldupost við áheitan um at gjalda 2.500 krónur fyri at varðveita sítt pláss.
Við hesum broytingum ynskir Klaksvíkar býráð at gera reglugerðina meira nútímans og greiðari, so tað verður lættari at umsita og handfara grundstykkjalistan.