Hagafelagið fegnast

Skrivað

FM1

Dagfesting

– Politiska skipanin skal hava rós fyri, at stórt arbeiðið er lagt í at finna eina haldføra loysn á fløktu áhugamálunum knýtt at gongd í haga, og úrslitið tykist at vera virðiligt fyri allar partar. Lógin byggir á grundleggjandi fatanina av, at ognarrætturin framvegis ikki er heftur at gongurættinum

Tað skrivar Hagafelagið í einari yvirlýsing, nú Løgtingið í gjár samtykti uppskotið um gongd í haga.

Samtykta lógin um gongd í haga hevur við sær, at fólk í Føroyum hava fría og ókeypis atgongd til haga og strond, undir ábyrgd, sum tað eitur í uppskotinum.

Ferðafólk hava eisini rætt til frítt at ferðast á øllum bygdagøtum, útvaldum hagagøtum og fram við strendur, men tey, ið eiga ella festa jørð, hava rætt til at taka gjald fyri veiting av tænastum, sum tó inniber, at tey ikki hava rætt til at taka gjald fyri atgongd til náttúruna.

– Hagafelagið heldur tó, at tað eru nøkur viðurskifti, ið ikki eru nóg greið, eitt nú hvat allýsingin av tænastum fevnir um. Vit ynskja hvørki fjald gjøld ella ímyndað gjaldsportur fyri atgongd til náttúruna. Um andin í lógini verður fylgdur, og ognarrætturin og gongurætturin í roynd og veru ikki verður knýtt hvørt at øðrum, er tó onki at óttast fyri.

Tað, sum Hagafelagið fegnast allarmest um, er, at føroyingar og aðrir íbúgvar landsins hava fingið lógarásetta fría atgongd til náttúruna, sum er høvuðsmálið, sum Hagafelagið sigur seg hava stríðst fyri, síðan felagið varð stovnað fyri gott og væl fimm ár síðan.