Hákun tvey mál í týðandi sigri í Champions League

Skrivað

Rói Joensen

Dagfesting

Týska liðið Füchse Berlin við Hákuni West av Teigum á liðnum vann í gjárkvøldið 33-32 móti Sporting CP úr Portugal í bólkadysti í Champions League. Føroyski landsliðsleikarin skoraði tvær ferðir í sera spennandi dystinum.

Sum stigatalvan niðanfyri vísir, so er Füchse Berlin nummar fýra í bólki A. Tvey lið koma beinleiðis í fjórðingsfinalurnar, meðan liðini frá nummar trý til seks skulu spæla eyka dystir um at koma í fjórðingsfinalurnar.

Her sæst ein samandráttur frá dystinum frá Youtube-rásini hjá EHF:


Stigatalva í Champions League bólki A

DVJTMálStig
1. Veszprém HC10901333 – 28418
2. Paris Saint-Germain Handball10703328 – 33014
3. Sporting CP10613331 – 28413
4. Füchse Berlin10604334 – 31812
5. Dinamo Bucuresti10505313 – 32210
6. HC Eurofarm Pelister10226242 – 2786
7. Orlen Wisla Plock10208251 – 2564
8. Fredericia Håndbold Klub10118273 – 3333