Í dag kl. 16.00 verður stórt alment hátíðarhald, tá ið nýggi langhylurin í svimjihøllini í Havn er liðugur. Á skránni eru tónleikur og røður.
Tað er J&K Peteren, sum hava staðið fyri byggiverkætlanini, og fyrsta skotið til langhylin varð latið av í februar 2021. Talan hevur verið um eina sera umfatandi byggiverkætlan, og hevur økið í Gundadal í ein ávísan mun verið ávirkað av virkseminum.
Nýggi langhylurin hevur 10 geilar, ið allir eru 50 metrar. Pláss er fyri umleið 600 áskoðarum. Eisini er eitt vælveruøkið við heitum hylum, gosbaði, hitarúmi og dampbaði og mangt annað.
Aftaná hátíðarhaldið bjóðar kommunan ein drekkamunn í Gundadalsstovuni í langhylinum.
Langhylurin verður bygdur á økinum, har sum ÍSF-húsið stóð. Hann er bygdur uppí verandi svimjihøll, sum hevur tænt ítróttini og borgarunum væl.
Langhylurin í Gundadali letur upp fyri almennari svimjing týsdagin 5. november.
Skrá í samban við hátíðarhaldið:
- Tónleikur og rapp við DJ Kingz
- Heðin Mortensen, borgarstjóri, bjóðar vælkomin
- Annfinn Brekkstein, formaður í Mentamálanevndini, ber fram eina heilsan
- Sigtór A. Petersen, stjóri í J&K Petersen, ber fram eina heilsan
- Bjørg Ólavsdóttir, forkvinna í Havnar Svimjifelag, ber fram eina heilsan
- Annika Olsen, býráðslimur, er fyrsti svimjari í langhylinum
- Havnar Svmijifelag og leiðarin í svimjihøllini skipa fyri svimjing
- Bjóðað verður til ein drekkamunn í Gundadalsstovuni í langhylinum

