HB hevur í dag kunngjørt, at felagið hevur skrivað undir ein trý ára sáttmála við 22 ára gamla miðvallaran, Noah Mneney. Hann hevði eitt ár eftir av sáttmálanum við Bryne, haðani HB leigaði hann í seinnu hálvu av 2024.
Noah Mneney spældi sambært Faroe Soccer 17 dystir fyri HB og skoraði tvey mál í ár.
Noah Mneney er uppvaksin í Fuglafirði og vaks upp í ÍF. Sum blaðungur skifti hann til Víking og spældi sín fyrsta dyst á besta liðnum hjá Víkingi í 2019.
Í 2022 skifti hann til norska felagið Bryne, men tíðin í Noreg gjørdist ikki sum vónað, og tí kom tað væl við hjá honum at koma heim til Føroya at spæla við HB seinnu hálvu í farna kappingarárið.
Tað gekk so mikið væl hjá Noah Mneney í HB í heyst, at hann var úttikin til landsliðshópin í novembur, og hann var skiftur inn seinastu 15 minuttirnar í 1-0 sigrinum móti Armenia.
Hagtøl: FaroeSoccer