Eins og í fjør eyndnaðist monnunum hjá HB óvæntað at vinna dystin um stórsteypið. Meistararnir úr Víkingi vóru greiðir favorittar undan dystinun, men tað var HB, sum við einum máli í hvørjum hálvleiki vann dystin 2-0.
Víkingur hevði bóltin mest fyri steðgin, men hótti sjáldan málið hjá HB. Verjan hjá HB stóð væl, og av og á eydnaðist eisini at koma í rímiliga vandamikil skjótálop. Eftir eitt tílíkt, fekk HB hornaspark, sum Dan í Soylu sendi beinleiðis í málið upp upp Bárð á Reynatrøð í málinum hjá Víkingi.
Í seinna hálvleiki hevði Víkingur framvegis bóltin mest. Men aftur skoraði HB. Í einum mótálopi kom Emil Grøn Pedersen leysur høgru megin málið, og hóast vinkulin var heldur spískur, eydnaðist at skjóta bóltin undir Bárð á Reynatrøð, sum heldur ikki sá serliga gott út í hesi støðuni.
Víkingur royndi restina av dystinum at koma framvið verjuni hjá HB, men tað eydnaðist ikki, og harvið endurvann HB stórsteypið.