Heidi Sevdal skoraði í seinasta landsdystinum

Skrivað

Rói Joensen

Dagfesting

Baltic Cup: Litava – Føroyar 1-2 (1-2)

Føroysku fótbóltskvinnurnar vunnu dystin um bronsuna í Baltic Cup móti Litava 2-1.

Liðskiparin, Ásla Johannesen, legði Føroyar fram um í 18. minutti við beinleiðis frísparki, sum fór umvegis málverjan í málið.

Løtu seinni javnaði Litava, tá ið eitt frísparksinnlegg varð skallað í málið.

Beint fyri hálvleik skoraði Heidi Sevdal sigursmálið, tá ið Ásla legði ein bólt innfyri úr vinstru síðu. Har kom Heidi Sevdal og prikaði bóltin í málið.

Sambært FaroeSoccer hevur Heidi Sevdal nú skorað 28 mál í 90 landsdystum. Spurningurin er so, um hetta er seinasta málið hjá Heidi á landsliðnum. Hesin landsdysturin er sambært heimasíðuni hjá FSF tann seinasti í ár, og Heidi segði við 3-2 eftir seinasta umfar í landskappingini, at hon helst gevst at spæla fótbólt á hægsta stigi. Livst, so spyrst.

Fleiri mál komu ikki í dystinum, og harvið endaðu Føroyar nummar trý í Baltic Cup.

Stroymingin frá dystinum sæst her