Hoyr frásøgumannin, Rúna á Reynatrøð og viðmerkjarin, Elina Mariu Isaksen siga frá teimum fimm málunum, ið vóru skotin í steypafinaluni hjá kvinnum á Tórsvølli, ið NSÍ vann 4-1 (3-0) á Víkingi. Hoyr Elina Mariu taka samanum dystin, og hoyr samrøðuna Rúni gjørdi við trímálsskjúttan, Heidi Sevdal sum ikki hevur nógvan hug at tosa um egið avrik, men vil heldur framhevja liðfelagarnir og venjaratoymið hjá NSÍ. Heidi vil ikki staðfesta um hon spælir komandi ár. Rúni prátaði eisini við høvuðsvenjaran hjá Víkingi, Svenn Olsen sum gevur sínum leikarum rós. Steypafinaluroyndirnar hjá NSÍ-leikarunum var ein avgerandi munur, staðfestir Svenn.
Myndir: Rúni á Reynatrøð

