Tað er ikki uttan orsøk at Klaksvík ofta verður kallað Føroya fiskivinnu høvuðsstaður. Hetta hevur røtur aftur í tíðina men er framvegis galdandi tá tað kemur til heimaflotan.
Ikki tí – langfaraflotin og uppsjóvarflotin eru eisini væl umboðaðir her. Og í seinastuni hevur Klaksvíkar havn harafturat merkt til vaksandi áhuga millum útlendskar stuttleikabátar.
“Her hendir rættiliga nógv,” viðmerkti Jógvan á Lakjuni, sum fyri einum ári síðan tók við sum havnarstjóri í Klaksvík. Frammanundan arbeiddi hann har í níggju ár sum kaifúti.
“Heimaflotin er framvegis tað sum serliga stendur fyri tí mesta av skipaferðsluni her – ikki minst útróðrarbátar, partrolarar og línuskip. Men vit hava eisini fitt av teimum stóru fiskiskipunum, bæði uppsjóvarskip og frystitrolarar.”
Arctic Viking kom herfyri inn at landa frystar rækjur til NFC. Í løtuni leggur hann um til toskafiskiskap.
Í farnu viku legði Gadus upp botnfisk úr Barentshavinum til frostgoymsluna á Norðhavnini.
“Skip og bátar fáa allar tænastur her,” legði Jógvan á Lakjuni afturat.
Klaksvík hevur m.a. tvær frostgoymslur, beding, tríggjar mekaniskar verkstaðir, fleiri el-innleggjarar og tvey netavirkir. Eisini kunnu skip og bátar bunkra, proviantera, taka vatn og annað.
Sum nakað nýtt eru fleiri útlendskir stuttleikabátar farnir at vísa seg í Klaksvík á sumri.
“Vit høvdu vitjan av umleið 40 útlendskum stuttleikabátum í summar,” segði havnarstjórin. “Hetta er nakað nýtt og vit eru glað fyri tað, tí tað økir um lívið og virksemið her.”