Heini Sørensen heim til HB

Skrivað

Rói Joensen

Dagfesting

HB hevur gjørt 2 ára sáttmála við Heina Fossdalsá Sørensen, sum vaks upp í HB, til hann í 2018 blaðungur fór av landinum á akademiið hjá FC Midtjylland.

Heini Sørsensen, sum fylti 21 ár í gjár, spælir mitt á miðjuni. Hann hevur síðan 2023 spælt við Thisted í donsku 2. deild, har hann sambært Transermarkt spældi 12 dystir og skoraði 1 mál.

Við at koma heim til HB, gongur Heini Sørensen í fótasporunum á systkinabarninum, Hanusi Sørensen, sum eisini var á akademiinum hjá FC Midtjylland, men kom heim aftur til HB í 2022 eftir eina lutvíst miseydnaða yrkisleið í Danmark.

Heini Sørensen hevur sambært FaroeSoccer verið partur á øllum ungdómslandsliðum upp gjøgnum árini, og hevur millum annað spælt 13 U21-landsdystir.

Heini Søresen er beiggi Jóhonnu Fossdalsá Sørensen, sum spælir yrkisfótbóltin í BK Häcken í Svøríki, og hevur valt at umboða Danmark í landsliðsfótbólti, har hon longu 19 ára gomul er partar av danska A-landsliðnum.