Heini Vatnsdal til B36

Skrivað

Rói Joensen

Dagfesting

B36 bjóðaði í gjárkvøldi landsliðsleikaranum, Heina Vatnsdal, vælkomnum í B36.

33 ára gamli miðverjin hevur gjørt sáttmála við B36 til og við 2026.

Heini Vatnsdal spældi fyrst við barndómsfelagnum FC Suðuroy, áðrenn hann var við at vinna meistarheitið við HB í 2013. Frá 2015 spældi hann í nøkur ár við Fremad Amager í næstbestu deildini í Danmark, áðrenn hann í 2020 kom heim til Føroya at spæla við KÍ.

B36 greiðir á Facebook frá, at síðstu vikurnar hevur nýggi ítróttarstjórin, Tummas Erling Djurhuus arbeitt miðvist við at fáa hópin fyri 2025 uppá pláss.

– Í Heina Vatnsdal fáa vit ein sera sterkan og royndan miðverja, sum vit meta er ein fongur fyri B36, sum fer at styrkja væl um okkara besta manslið.

Eg haldi, at áskoðarnir skulu gleða seg at síggja Heina Vatnsdal leiða okkara verjuspæl í hvítu blusuni, sigur Tummas Erling Djurhuus í stuttari viðmerking.