Í morgun vórðu tvær stórar plakatir hjá Fólkaflokkinum, sum stóðu í rundkoyringini á Hálsi, koppaðar. Veðrið hevur verið ringt í nátt, og tí var fyrst hildið at tær vóru farnar av vindinum. Men tá fólk fór á staðið at taka tær upp vísti tað seg at onkur hevur verið í nátt og sagað tær niður, sum hesar myndirnar týðuliga vísa.
“Tað er sera harmiligt at nøkur fólk hava so lítla virðing fyri tí demokratisku processini, sum eitt valstríð er, at tey velja at fremja slíkt herverk,” viðmerkti ein havnarmaður ið var á staðnum. “Og tað verður ikki betri tá talan er um eina plakat hjá einum ungum valevni, í hesum føri Jessica Cazabon Celibashi.”