Nú klokkan 18.00 í dag fer føroyska kvinnulandsliðið í fótbólti á vøllin móti Slovakia á Štadión Antona Malatinského í Trnava.
Dysturin verður vístur beinleiðis á heimasíðuni hjá Kringvarpi Føroya, kvf.fo, og byrjar klokkan 17:55.
Pætur Smith Clementsen, A-landsliðsvenjari hjá kvinnum, hevur sett liðið, ið verður hetta:
Í mál verður Óluva Allansdóttir Joensen
Verjuna manna Birita Ryan, Julia Naomi Mortensen, Tórunn Højgaard Joensen og Durita Hummeland.
Á miðvøllinum verða Ásla Johannesen, Eyðvør Klakstein, Sanna Svarvadal, Jensa Tórolvsdóttir og Sara Samson Lamhauge
Í álopinum verður Heidi Sevdal.
Á beinkinum eru Valborg Østerø, Malena Olsen, Anna Katrina Mikkelsen, Rakul Sørensen, Anna Carolina Brændstrup, Jancy Mohr, Fridrikka Maria Clementsen, Petra Sigvør Snedker Hoydal og Rúna Jacobsen.
Hetta er fyrsta dysturin í UEFA Nations League kappingini, har Føroyar eru í bólki C1 saman við Slovakia, Gibraltar og Moldova.
Slovakia er á nýggjasta FIFA-styrkislistanum nummar 49, meðan Føroyar eru nummar 110. Hóast stóra munin á listanum, eru føroysku kvinnurnar væl fyri og til reiðar til stóru uppgávuna í kvøld.