34 menn og 23 kvinnur runnu triðju vetrarkappingina í Kollafirði leygardagin. Runnið var frá skúlanum í Kollafirði eftir bygdavegnum í Líðini, oman á kajuna og niðan á vegin aftur við Atlanticpane, og víðari út á Sperm á Signabø og aftur.
Jacob Ejby Stensgaard vann aftur
Hjá monnunum vann danski eliturennarin Jacob Ejby Stengaard úr Bragdinum aftur hesaferð við eini tíð á 32:02.5. Næstfremstur var Rógvi Kárason úr Bragdinum við tíðini 33:38.4, meðan Torbjørn Hentze, eisini úr Bragdinum, kom á triðja pláss við tíðini 36:42.9.
Karoline Ejby Stengaard vann eisini
Hjá kvinnunum var søgan tann sama sum hjá monnunum. Danski eliturennaring, Karoline Ejby Stengaard, úr Bragdinum vann við eini tíð á 38:25.3. Næstfremst var Ann-Mari av Skarði úr Bragdinum við tíðini 45:05.2, meðan Lydia í Lambanum úr Roysni kom á triðja pláss við tíðini 45:15.4.