Saudiarabia var í gjár alment valt sum vertur fyri HM-endaspælinum í fótbólti í 2034. Tað avgjørdit FIFA á eykaaðalfundi á netinum. Saudiarabia var einasta landið á listanum yvir møguligar vertir.
Forsetin í FIFA, Gianni Infantino, kunngjørdi úrslitið eftir, at eitt filmsbrot var víst. Í filmsbrotinum sóust saudiarabisk børn, prinsar og forsætisráðharrin, Mohammed bin Salman, sum vístu fram teirra visjónir um at skipa fyri heimsins besta HM-endaspælið. Eisini var slagorðið at vaksa saman avdúkað.
Eingin atkvøðugreiðsla var, sum annars er vanligt. Í staðin klappaðu limalondini fyri at vísa stuðul til útvaldu vertirnar fyri HM í 2030 og 2034.
Marokko, Spania og Portugal verða vertir í 2030. Eisini verða nakrir fáir dystir í Paraguai, Uruguai og Argentina fyri at minnast fyrsta HM-endaspælið í Uruguai í 1930.