HM-lutakast hjá hondbóltskvinnunum í dag klokkan 12.30

Skrivað

Rói Joensen

Dagfesting

Í dag klokkan 12.30 verður lutakast um, hvørjum landi føroysku hondbóltskvinnurnar skulu spæla móti fyri at spæla seg til HM-endaspælið, sum verður í Niðurlondum og Týsklandi frá 26. novembur til 14. desembur 2025.

36 londum skulu kappast um heimsmeistaraheitið. Úr Evropa er greitt at Týskland, Niðurlond og verandi meistararnir Frakland hava longu tryggjað sær pláss. Tað sama hava Danmark, Ungarn og Noregi, sum komu í hálvfinalurnar í EM-endaspælinum, sum endar í dag.

11 pláss eru framvegis eftir at spæla um í Evropa. 22 lond eru styrkismett í tveir styrkisbólkar eftir teirra úrslitum í EM-endaspælinum.

Føroyar kláraðu akkurát at gerast nummar 17 í EM og harvið at verða styrkismettar í styrkisbólki 1, sum skuldi givið okkum eitt sindur betri møguleika at spæla okkum til HM-endaspælið.

22 luttakandi liðini er, sum nevnt, býtt í tveir styrkisbólkar, og eitt lið úr styrkisbólki 1 verður drigið at spæla móti einum liði úr styrkisbólki 2.

Styrkisbólkur 1: Svøríki, Montenegro, Pólland, Slovenia, Rumenia, Sveis, Spania, Eysturríki, Kekkia, Ísland, Føroyar

Styrkisbólkur 2: Norðurmakedonia, Kroatia, Turkaland, Serbia, Portugal, Ukraina, Slovakia, Ísrael, Italia, Kosovo, Litava

Dystirnar verða spældir sum avgerandi dystir. Fyrri dysturin verður 9./10. apríl 2025 og seinni dysturin 12./13. apríl.

Lutakastið kann stroymast beinleiðis á Home of Handball YouTube frá klokkan 12.30 í dag.