Hondbóltslandsliðið úttikið til fyrsta landsdystin við Tjarnir

Skrivað

Rói Joensen

Dagfesting

Landsliðsvenjarin, Peter Bredsdorff-Larsen hevur, í fyrstu atløgu, úttikið 14 leikarar til EM-undankappingardystirnar í mandhondbólti móti Niðurlondum í mars.

Ivamál eru um ávísar leikarar, og hevur venjararin tískil gjørt av at bíða við at úttaka tveir teir seinastu. Millum annað eru Pauli Mittún og Vilhelm Poulsen ikki tiknir út enn.

Hesir eru úttiknir til dystirnar:

Málverjar:
Pauli Jacobsen, HØJ Elite (Danmark)
Aleksandar Lacok, Lugi Handboll (Svøríki)

Bakkar:
Tróndur Mikkelsen, Kristiansand Topphåndbold (Noreg)
Rói Ellefsen á Skipagøtu, IF Hallby HK (Svøríki)
Óli Mittún, IK Sävehof (Svøríki)
Elias Ellefsen á Skipagøtu, THW Kiel (Týskaland)
Bjarni í Selvindi, Valur (Ísland)

Vengur:
Rói Berg Hansen, Køge Håndbold (Danmark)
Leivur Mortensen, FIF Håndbold (Danmark)
Hákun West av Teigum, Füchse Berlin, (Týskland)
Allan Norðberg, Valur (Ísland)

Strikur:
Teis Horn Rasmussen, Aarhus HC (Danmark)
Pætur Mikkjalsson, Team Sydhavsøerne (Danmark)
Ísak Vedelsbøl, IK Sävehof (Svøríki)

EM-undankappingardystirnir móti Niðurlondum verða leiktir, ávikavist á heimavølli við Tjarnir, mikudagin 12. mars klokkan 19.00, og á útivølli í Almere í Niðurlondum, sunnudagin 16. mars klokkan 14.00, føroyska tíð.