Trý ung ítróttafólk eru tilnevnd til heiðurin Ítróttastjørnuskotið 2024. Talan er um Mariu Pálsdóttir Nólsoy, hondbóltsleikara, Líggjas Joensen, svimjara og Miu Højgaard, amboðsfimleikara.
Maria Pálsdóttir Nólsoy
Hondbóltsleikarin Maria Pálsdóttir Nólsoy eru 20 ára gomul. Neistagentan flutti í summar til Danmarkar at spæla við HH Elite í bestu donsku hondbóltsdeildini.
Maria var eisini á kvinnulandsliðnum í hondbólti, sum spældi seg til EM-endaspælið, og hon átti stóran leiklut, tá ið hondbóltskvinnurnar hugtóku allar føroyingar við frálíka avrikinum í EM-endaspælinum í Basel.
Líggjas Joensen
Svimjarin Líggjas Joensen úr Klaksvík er 16 ára gamal. Hann hevði framúr góð úrslit í 2024. Hann setti fleiri føroysk met og juniormet, og roynir nú at taka fleiri met hjá Pál Joenen, og hóast tað er ein trupul uppgáva, nærkast hann í hvørjum.
Líggjas Joensen vann eisini fleiri heiðursmerki í norðurlendskum meistarakappingum. Hann var einsamallur føroyingur til HM á langgeil í Katar , og seint í árinum svam hann HM á stuttgeil í Ungarn.
Mia Højgaard
Havnargentan Mia Højgaard er 15 ára gomul, og er ein óvanliga góður amboðsfimleikari, ið hevur skarað framúr bæði í Føroyum og á altjóða stigi.
Í mars var hon boðin við á eitt danskt lið at luttaka í DM. Hon og liðið gjørdust Danmarksmeistarar.
Í mai vann hon gull í øllum fýra amboðunum og í allround í FM fyri kvinnuunglingar. Í novembur vann hon gull í allround, barr og liðkappingini á juniorkappingini um danmarksmeistaraheitið.
Ítróttafagnaðurin 2024 verður í Løkshøll leygarkvøldið 1. februar og verður vístur beinleiðis í
sjónvarpinum hjá Kringvarpinum.