Í dag klokkan 15.00 verða fýra avgerandi dystir spældir í bólkaspælinum í Faxe Kondi steypakappingini hjá kvinnum. Stórur spenningur er undan seinasta umfari, og allir dystirnir hava týdning.
Í bólki 1 vænta øll, at Kyndil vinnur sín dyst móti VB í Vági, og harvið kemur víðari í hálvfinalurnar. VB hevur ongan møguleika at koma víðari.
Hin dysturin í bólki 1 millum H71 og VÍF er avgerandi, hvat teirra kemur í hálvfinalurnar. H71 klárar seg við javnleiki, meðan VÍF má vinna dystin. Hesi liðini er nummar tvey og trý í landskappingini, og tí er púra opið, hvør vinnur.
Í bólki 2 er alt púra opið undan seinastu dystunum. Øll liðini hava tvey stig, so báðir dystirnir kunnu kallast fjórðingsfinalur. Neistin er helst lítil favorittur móti StÍF, meðan tað er púra opið, hvør av EB og Stjørnuni fer at draga longra stráðið.
Bólkur 1:
Sunnudagin klokkan 15.00
H71 – VÍF
VB – Kyndil
Bólkur 2:
Sunnudagin klokkan 15.00
EB – Stjørnan
Neistin – StÍF
Stigatalva Faxe Kondi steypakapping kvinnur – Bólkur 1
Dystir | Vunnin mál | Tapt mál | Munur | Stig | |
Kyndil | 2 | 61 | 55 | 6 | 3 |
H71 | 2 | 71 | 48 | 23 | 3 |
VÍF | 2 | 59 | 43 | 16 | 2 |
VB | 2 | 30 | 75 | -45 | 0 |
Stigatalva Faxe Kondi steypakapping kvinnur – Bólkur 2
Dystir | Vunnin mál | Tapt mál | Munur | Stig | |
Neistin | 2 | 51 | 41 | 10 | 2 |
Stjørnan | 2 | 48 | 50 | -2 | 2 |
StÍF | 2 | 47 | 47 | 0 | 2 |
EB | 2 | 40 | 48 | -8 | 2 |