Í kvøld er Sissal við í danska Melodi Grand Prix

Skrivað

Rói Joensen

Dagfesting

Í kvøld verður føroyska Sissal, ella Sissal Jóhanna Norðberg Niclasen, við í danska Melodi Grand Prix, sum verður hildið í Jyske Bank Boxen í Herning. Hon er ein av átta luttakarum, ið kappast um at umboða Danmark í Eurovision Song Contest í Sveis í mai við sanginum Hallucination.

Sissal hevur fingið góð ummæli. Veddingarfyritøkur hava hana sum greiðan favoritt, og oddsini vísa, at hon hevur ein stóran møguleika at vinna.

Atkvøður frá almenninginum eru avgerandi fyri úrslitið. Til ber at atkvøða í appini DR Grand Prix einaferð um dagin, og í kvøld kann man eisini atkvøða við at senda sms við boðunum “HAL” til 1212.

Umleið 30 føroyingar eru í Herning fyri at stuðla Sissal, og bæði familja og vinir verða til staðar í kvøld. Kappingin byrjar klokkan 20:00 og verður send beinleiðis á DR1.

Hetta er tólvtu ferð, at ein føroyingur er viðí danska Melodi Grand Prix. Í 2023 vann Rani Petersen, betri kendur sum Reiley. Nú verður spennandi at síggja, um Sissal kann endurtaka bragdið og umboða Danmark í stóru, altjóða kappingini í mai.