Í kvøld hava sandingar borgarafund um vegirnar í sambandi við Suðuroyartunnilin

Skrivað

Rói Joensen

Dagfesting

Á Sandi eru tey ónøgd og stúrin um teir vegir, sum møguliga skulu gerast í bygdini í sambandi við verkætlanina at gera Suðuroyartunnilin.

Tí skipar Sands kommuna Í kvøld, mánadagin 9. desembur 2024 klokkan 19.00 fyri borgarafundi um tunnilsætlanina til Suðuroyar. Fundurin verður í hølunum hjá Sands kommunu

Fundurin er um tunnilsætlanina, linjuføringina av Suðuroyartunlinum við tilhoyrandi vegakervum í Sands kommunu. 

Sands kommuna heitir á fólk um at møta fjølment og skrivar á heimasíðu síni, at í lógaruppskotinum eru tveir møguleikar, um vegaføring nevndir, annar eystanfyri Sandsvatn, hin vestanfyri Sandsvatn.

Borgarafundurin verður grundarlag undur hoyringarskrivi, sum Sands kommuna fer at senda myndugleikunum.

Í panelinum verða:

  • sitandi borgarstjóri
  • komandi borgarstjóri
  • umboð fyri áhugafelagið Veltan
  • umboð fyri landbúnaðin, bøndurnar
  • umboð fyri náttúruvernd
  • umboð fyri Skúvoynna
  • Jón Sigurdsson, stjóri í Articon, fer at leggja fram alternativar loysnir

Fundarluttakararnir fáa høvi at seta spurningar og koma við viðmerkingum.

Politisku feløgini í Sanoy mótmæla eisini

Eisini hava politiksku feløgini í Sandoynni mótmælt núverandi linjuføring til suðuroyartunnilin. Sandoyar Tjóðveldisfelag, Sandoyar Fólkafloksfelag, Sandoyar Javnaðarfelag og Sandoyar Sambandsfelag hava sent Løgmansskrivstovuni hoyringsskriv, har tey millum annað siga soleiðis:

– Við hesum skrivi mótmæla vit núverandi linjuføring til suðuroyartunnilin. Vit eru fegin um at hava ein undirsjóvartunnil og ynskja suðuroyingum tað sama, sum vit hava fingið. Tó mótmæla vit harðliga ætlaðu linjuføringini, ið gongur gjøgnum Sandsbygd, Sandarfløttin, Mølheyggjarnar, Líðina, Sandarhaga og so framvegis, skriva politisku feløgini.