,

Ikki barnalokkarar men dreingja­lótir

Skrivað

Rói Joensen

Dagfesting

Talan var um dreingjalótir og ikki barnalokkarar, sum sunnukvøldið við góðgæti royndu at lokka nakrar smádreingir í ein bil í Gundadali í Havn, sigur løgreglan.

Smádreingirnir meldaðu hendingina. Men tá ið teir báðir ungu menninir í bilinum sóu søguna í miðlunum, valdu teir í samráð við foreldrini at melda seg til løgregluna. 

Løgreglan hevur tosað við allar partar í málinum og málið er loyst í sátt og semju.