Veðurstova Føroya boðar frá hampiliga góðum veðrið um vikuskiftið. Vindurin minkar og sum heild verður turt.
Eitt lágtrýst, 996 hPa, yvir Reykjanesi gongur norðureftir, og lýggj luft streymar ímóti Føroyum í dag og í morgin sunnaneftir.
Leygarkvøldið fer eitt veikt brúgvalag við regni framvið vestaneftir.
Sunnunáttina mennist eitt hátrýst um okkara leiðir við lítlum vindi og klárum lofti sunnudagin og mánadagin.
Týsdagin fer eitt lágtrýst at dýpast sunnan fyri Kappan, og lýggj luft við ælaveðri fer mikudagin at streyma ímóti Føroyum av landsynningi.
Forsøgn galdandi til leygarmorgun
Frískur vindur upp í strúk sunnan, 8 til 13 m/s, samdrigið og yvirhvur turt. Hitin 6 til 11 stig.
Leygardagur
Frískt lot til frískan vind sunnan, 5 til 10 m/s, samdrigið og okkurt ælið. Seinnapartin minkar vindurin niður í lot til frískt lot, 3 til 8 m/s, skiftandi skýloft og ælaveður, í støðum við vátakava. Út á kvøldið samdrigið og regn. Sunnunáttina støkkur hann vesturum og gongur upp í útnyrðing, og tað tað slítur í. Hitin 3 til 8 stig.
Sunnudagur
Lítið lot vestan, minni enn 5 m/s, skiftandi skýloft og yvirhøvur turt. Seinnapartin gongur hann niður í sunnan, og mánanáttina veksur vindurin upp í lot til frískt lot, 3 til 8 m/s. Hitin 3 til 8 stig.
Mánadagur
Lot til frískt lot sunnan, 3 til 8 m/s, skýggjað og kanska okkurt ælið í støðum. Týsnáttina veksur vindurin upp í frískt lot til frískan vind, 5 til 10 m/s. Hitin 4 til 8 stig.
Týsdagur
Frískt lot til frískan vind av landsynningi, 5 til 10 m/s, skýggjað og okkurt ælið í støðum. Mikunáttina veksur vindurin upp í frískan vind upp í strúk, 8 til 13 m/s, samdrigið og ælaveður. Hitin 4 til 9 stig.
Mikudagur
Frískt lot til frískan vind av landsynningi, 5 til 10 m/s, skiftandi skýloft og yvirhøvur turt. Hitin 4 til 9 stig.