Ingilín D. Strøm hevur latið landsstýrismálanevndini svar uppá fyribils niðurstøðuna hjá nevndini.
Í viðmerking til FM1, sigur landsstýriskvinnan:
-Eg havi í gjár latið landsstýrismálanevndini ummælisskriv viðvíkjandi fyribilsniðurstøðuni hjá nevndini. Eg eri grundleggjandi ósamd við niðurstøðuna og havi grundgivið fyri, at eg á ongan hátt havi borið løgtinginum skeivar upplýsingar.
-Eg ivist ikki í, at landsstýrismálanevndin viðger mínar viðmerkingarnar í tí álvara, sum málið krevur, sigur Ingilín D. Strøm.