– Tað tók ein góðan hálvan tíma, so hevði ein hundur hjá okkum funnið innbrotstjóvin.
Tað sigur vaktleiðarin hjá Føroya Politi í samband við, at eitt innbrot varð fráboðað løgregluni í nátt.
Tað var nakað eftir klokkan 01 í nátt, at løgreglan fekk eina fráboðan frá vaktarfólki hjá Ansni um, at tað at síggja til hevði verið onkur óboðin gestur á gátt í einum handli í Havn.
Løgreglan fór við hundapatruljuni á staðið, og kundi skjótt staðfesta, at talan var um innbrot. Ein slóð varð funnin á staðnum, og so slapp hundurin til arbeiðis. Tað tók ikki meira ein 30 minuttir, so hevði hundurin funnið fram til viðkomandi, ið hevði brotið inn.
Vaktleiðarin helt í morgun, at alt var funnið aftur, sum var stolið úr handlinum, men at upptøkur frá vakmyndatólunum skuldu hyggjast ígjøgnum fyri at staðfesta, hvat var farið fram í samband við innbrotið, og hvat var stolið.
Viðkomandi, ið breyt inn í handilin, er nú skuldsettur fyri innbrot og fyri tjóvarí.